Sjúkrarøktarfrøðingar til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Dámar tær at arbeiða tætt at menniskjum og skapa tryggleika, nærveru og fakliga dygd í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?

Økistænastuni í Sandoyar sýslu leitar eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, sum vilja vera partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, samstarv og smidleiki ganga hond í hond.

Her fært tú møguleika at arbeiða bæði í heimatænastu og á røktarheimum, har tú fylgir borgaranum tvørtur um tænastur og ert við til at tryggja eina samskipaða heildartænastu til borgararnar í sýsluni.

Um Økistænastuna

Økistænastan í Sandoyar sýslu er ein samantvinnað eind, har vit arbeiða tvørtur um heimarøkt og stovnar. Vit veita heimasjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar og sjúkrarøkt til búfólk á okkara trimum røktarheimum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Vit eru í støðugari menning og útbyggja heimatænastuna, so sjúkrarøkt eisini verður veitt um kvøldi til bæði heimabúgvandi borgarar og búfólk á stovnunum.

Vit søkja

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar í starvsbrøki 0,8 frá 1. desember 2026.

Arbeiðstíðin er skiftandi dag- og kvøldvaktir og arbeiði er 4. hvørt vikuskifti.

Vit ímynda okkum, at tú

  • ert útbúgvin og góðkend/ur sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur áhuga fyri arbeiði við eldri borgarum
  • trívist við bæði sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi
  • megnar at raðfesta og taka ábyrgd
  • ert jalig/ur, fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • hevur koyrikort

Vit bjóða tær

  • eitt arbeiðspláss við høgari fakligari dygd og mennandi arbeiðsuppgávum
  • góða og trygg innleiðslu bæði í heimatænastuni og á stovni
  • dugnaligar, hjálpsamar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika at seta tín dám á framtíðar tænastur í Økistænastuni
  • eitt starv, har tú veruliga gert mun fyri borgarar og avvarðandi hvønn dag

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira at vita?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, á telefon 793679 ella við telduposti ot(at)ot.fo.

Umsókn

Umsókn við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreistin er 29. oktober 2026 kl. 12 og setanarsamrøður vera 30. Oktober 2026.

Les meira um Økistænastuna á www.ot.fo.

Posted on