Heimasjúkrarøkt

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Heimasjúkrarøkt er ókeypis og umfatar borgarar í øllum aldri, bæði í mun til bráðkomna og kroniska sjúku.

Um tørvur er á sjúkrarøkt, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við Økistænastuna á tlf. 793601 ella 793670 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.

Avgerð um at veita sjúkrarøkt verður tikin við støði í einari fakligari meting.