Heimatænasta:
Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli við tí endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.
– Heimahjálp kann verða veitt fyribils, orsaka av bráðfeingis sjúku ella breki.
– Heimahjálp kann veitast í óavmarkaða tíð til borgarar yvir 67 ár, íð hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki.
Um tørvur er á heimahjálp, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00- 15.00.
Allar áheitanir verða viðgjørdar av tørvsmeta.
Avgerð um at veita hjálp verður tikin við støði í einari fakligari meting.
Gjaldið fyri heimahjálp er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17.des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. (sum sæst her).