Búpláss

Eftir at umsókn um búpláss er móttikin, verður umsóknin viðgjørd á fyrsta upptøkufundi.

Avgerðin er fakliga grundað.

Umsøkjarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.

Umsøkjarin, ið fær bjóðað búplássið fær skrivligt svar.

Kostnaðurin fyri búpláss er býtt sundur í tvey – gjald fyri vistarhald, ið er líka fyri øll og  áljóðandi 3.686 kr. umframt gjald fyri tænastu, ið er tengt at inntøku, og er millum 2.000 og 6.852 kr um mánaðin.

Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.