Dagtilboð fyri eldri

Tilhaldið Hugnin er tilboð til borgara yvir 67ár. Tilhaldið heldur til í hølum hjá Sands Kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur.  Ítrivsvegleiðari samskipar tilboðið.

Tíðir:

-Mánadag kl: 14.00-17.00

-Mikudag  kl: 14.00-17.00

Tilmelding er ikki neyðug, her er bara at møta upp. Um tú er áhuga/ur í at halda á, útflýggjar starvsfólkið, tær eitt skjal, har tú kann melda teg til. Kostnaður fyri at luttaka er 170 kr. um mánaðin.

Borgarar, ið gjalda fyri Tilhaldið, kunnu luttaka á Heilsufremjandi venjingar 67+, uttan at gjalda eyka. (sjá “Ergo-og fysioterapi og venjingar tilboð”).

Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.