Borgarar yvir 75 ár fáa tilboð um eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið. Bræv verður sent út í góðari tíð, áðrenn ætlaðu vitjanina.
Starvsfólkið, ið ger hesar vitjanir er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við serligari vitan innan økið.
Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.