Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda samskipaða heildartænastuna í minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastunum til borgaran, búfólkini og í leiðsluni?
Kundi tú hugsa tær at fingið royndir innan eldaøkið í einum farloyvisstarvið fyri starvsfólk, ið er farið undir útbúgving til heilsuhjálpara.
Til røktarheimi Skerið verður søkt eftir:
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 frá 1. oktobur 2026
Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 7-8 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Førleikar
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
- Prógv sum heilsuhjálpari er ein fyrimunur
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Vit bjóða
- Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- Góða innleiðslu bæði í inni á stovni og heima hjá borgarunum
- Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 28. september 2026