Í upptøkunevndini sita stjórin í Økistænastuni, deildarleiðarin fyri røktarheimini Gerðisgarður og Skerið og deildarleiðarin fyri Heimatænastuni og røktarheimi Áargarður.
Støði verður tikið í aktuella tørvinum hjá umsøkjarum, ið er fólkapensjónistur við ellsibreki ella varandi sjúku. Tað er tørvsmetin, ið lýsir tørvin hjá tí einkulta.
Upptøkunevndin viðgerð harumframt umsóknir um ansingarsamsýning.
Upptøkunevndin hevur fund síðsta hósdag í mánaðinum og viðgerð innkomnu umsóknir við tørvsmetan og tillutar bú- og stutttíðarpláss um pláss eru tøk. Sambært lóg skal tørvsmetan tryggja, at tað er umsøkjari við størsta tørvi á persónligar hjálp ella røkt alt døgnið, ið fær tillutað bú- ella stutttíðarpláss.