Ergo- og fysioterapi

Ergo-og fysioterapi og Venjingartilboð

Eingin fysioterapeutur er í starvið hjá Økistænastuni í løtuni.

Økistænanstan bjóðar ergoterapi til borgarar yvir 67 ár.

Endamálið við tilboðnum er at tann einstaki borgarin fær møguleika til at:

– At betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum til ber.

– At betra um heilsustøðuna.

– At fyribyrgja afturgongd í førleikastøðinum.

Avgerð um at veita ergo / fysioterapi verður tikin við støði í einari fakligari meting.

Um tørvur er á ergoterapi ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600

Venjingartilboð:

Felags fyri øll venjingartilboð er, at tey eru ætlað borgarum yvir 67 ár, íð búgva heima.

Heilsufremjandi venjingar 67+ er tilboð fyri borgarar yvir 67 ár. Liðið heldur til í ítróttarhøllini á Meginskúlanum.

Venjingin er fjølbroytt. Vant verður styrki-, konditión, koordinatión og samstarvsvenjing í hølini. Byrjað verður við at hita upp, síðani verða spæld ymisk spøl ella gjørdar venjingar, har dentur verður lagdur á, at øll sum luttaka kunnu vera við.

Borgarar ið gjalda fyri Heilsufremjandi venjingar 67 +, eru vælkomnir at vitja Tilhaldið Hugnin, uttan at gjalda eyka fyri tað. ( sjá “Dagtilboð fyri eldri” )

Tíðir:

– Týsdag og hósdag kl. 14.00-15.00 Venjing við Astrid Danielsen, heilsuhjálpara og í høllini.

Tilmelding er ikki neyðug, her er bara at møta upp. Um tú er áhuga/ur í at halda á, útflýggjar Astrid tær eitt skjal, har tú kann melda teg til. Økistænastan bjóðar kaffi, te og frukt eftir venjing. Kostnaður fyri at luttaka er 195 kr. um mánaðin. Eingin skipað koyring er til og frá hesum tilboði.

Viðlíkahaldslið

Viðlíkahaldsvenjing  í Økistænastuni, er til fólkapensjónist í Sandoyar sýslu, sum vegna ellisbrek ella sjúku hevur týðandi og varandi skert virkisføri, sum hevur týðandi ávirkan á, hvussu sjálvhjálpin fólkapensjónisturin er.

Endamálið við miðvísa viðlíkahaldsvenjing er

  • At forða fyri virkisevnamissi ( funktionstab),
  • At varðveita ella at betra um virkisførleikan
  • At fyribyrgja at virkisførleikin versnar.

Tilboðið krevur ávísing og umsókn, ið liggur undir oyðibløð, skal sendast til ot@ot.fo. Vant verður tvær ferðir um vikuna í 12 vikur og kostnaðurin er 600 kr.

Endurvenjingarlið

Málbólkurin fyri endurvenjing, er fólkapensjónistur, ið hevur mist førleikar vegna sjúku ella vanlukku, og sum ynskir at koma aftur á sama ella partvís sama støði sum áðrenn. Visitator ella terapeutur metir um tað er realistiskt at endurvinna førleikarnar, áðrenn borgarin kemur á liðið.

Endamálið er venja miðvíst ímóti tey mál og deilmál, ið fólkapensjónisturin og terapeuturin saman seta, innan avtalaða tíðarskeið.

Tilboðið krevur ávísing og umsókn, ið liggur undir oyðibløð, skal sendast til ot@ot.fo. Vant verður tvær ferðir um vikuna í 12 vikur og kostnaðurin er 600 kr.