Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda samskipaða heildartænastuna í minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastunum til borgaran, búfólkini og í leiðsluni?

Kundi tú hugsað tær at veitt tænastu til borgarar í teirra heimi, verið um teir, tá tørvur er á røkt og umsorgan 24/7 í styttri tíðarbilum ella tá tørvur er á búplássi?

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøk 0,8 frá 1. september 2026.
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 frá 1. september 2026.

Arbeiðstíðirnar  fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • Góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu bæði í inni á stovni og heima hjá borgarunum
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 22. juli 2026

Posted on