Framtíðartryggja eldraøki

Jóhnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Jákup Pauli E. Johannesen, arkitektur gera eina greining fyri stýrið fyri Økistænatuna fyri at lýsa nøgdsemi fyri núvarandi tænastur og tilboð og hvørjar ábøtur skulu gerast fyri at framtíðartryggja eldraøkið í sýsluni.

Í samband við greiningina verður fari undir at gera spurnakanningar millum borgarar, avvarandi og starvsfólk, sum eru tengd at Økistænastuni.

Til ber at luttaka í spurnakanningini elektronisk ella við at útfylla spurnablað, ið verður latið Økistænasuni. Allir borgarar tegndir at Økistænastuni fáa eitt kunningarskriv við eini QR koduna, soleiðis at til ber hjá teimum og teirra avvarðandi at luttaka í spurnakanningini. Um borgari ikki møguleika hevur møguleika at luttaka elektroniskt ber til at fáa eitt spurnablað.

Heitt verður tí borgarar og teirra avvarðandi um at luttaka fyri at fáa so breiða greining og íblástur til ábøtur, ið kunnu vera við til at framtíðartryggja eldraøkið.

Hjálpi okkum við at svara spurnakanningini

Posted on