Hvat hugsar tú at gera í summarferiuni?
Gongur tú á Glasir ella verður tú liðug í summar? Er tú 18 ár ella eldri?
Kundi tú hugsa tær at starvast innan eldraøkið?
- Tú kemur at gera mun í gerandisdegnum hjá teimum eldri
- Tú kemur at arbeiða við dugnaligum starvsfólkum, sum ynskja at læra frá sær
- Tú fær eitt meiningsfult arbeiði, har tú dagliga arbeiðir við at stuðla menniskjum
- Tú styrkir tínar samskiftisførleikar- og samstarvsførleikar
- Tú mennir persónligar eginleikar, so sum tolsemi og at loysa avbjóðingar
- Arbeiðsroyndirnar kunn geva tær íblástur at velja útbúgvingarleið og eru góðar at hava uttan mun til hvørja yrkisleið tú velur
Um hetta hevur vakt tín áhuga, so senda ein teldupost til ot@ot.fo og greið frá, hví tú kundi hugsa tær at starvast innan eldraøki og vit ringa til tín.
Setanarviðurskifti
tú verður lønt sum heimahjálp sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya. Lønartalvan sæst her
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Sólrun Ørvarodd, deildarleiðari, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo