Sjúkrarøktarfrøðingur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. september 2026 til røktarheimið Áargarð og heimatænastuna.  Arbeiðstíð er blandaðar vaktir, tá mest dagvaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta.
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu bæði á Áargarði og í heimatænastuni.
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(ad)ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot(ad)ot.fo. Umsóknarfreist er 20. juli 2026.

Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo

Posted on