Søkt verður eftir reingerðisfólki til at arbeiða frá kl. 9 – 15 fýra dagar um vikuna.
Starvið er á tveimum stovnum við tilsamans 16 búfólkum og snýr seg um at gera reint í búrúmum og felagshølum.
Søkt verður eftir:
- Einum reingerðisfólki á starvsbrøk 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna skjótast gjørligt til røktarheimini Skerið og Gerðisgarð.
Førleikar
- Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
- Er fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
- Góð samstarvsevni
- Ganga høgt upp í reinføri
- Góð heilsa
- Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur arbeiðsroyndir.
- Fyrimunur er, um viðkomandi skilur føroyskt ella danskt.
Vit kunnu bjóða
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum
- Góða innleiðslu á røktaheimunum
Setanarviðurskifti
Starvi verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 27. apríl 2025