Virkisstovan í Læknahúsinum

Læknahúsið á Sandi er ein virkisstova, ið er ætlað fólkapensiónistum, ið búgva heima og hava tørv á einum virknum, innihaldsríkum og skipaðum gerandisdegi.

Endamálið við virkisstovuni er:

At eggja aldrandi borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á rørslu, kost, heilsustimbran og fyribyrging í einum innihaldsríkum gerandisdegi, ið er merktur av trivnaði og hugnaligari samveru.

Innihald

Áhugamálini hjá teimum, ið koma í virkisstovuna mynda dagskránna. Virksemið er fjølbroyt og fevnir m.a um gongutúrar í nærumhvørvinum, sang, borðspøl, stólafimleik, upplestur, handarbeiði og njóta samveruna við hinum í virkisstovuni.

Virkisstovan er eitt tørvsmett tilboð og tí má søkjast um at luttaka. Leinkja til  umsóknablað HER

Opið er:

Gerandisdagar

Virkistovan opnar kl. 9, tá fari verður at heintað tey fyrstu. Neyðugt er at vera klár/ur kl. 9 til at blíva heintað av starvsfólki tvs. í skón og jakka. Fari verður heim út Virkisstovuni uml. kl. 15, tá starvsfólk koyra heim.

Virkisstovan er stongd í páskavikuni, 4 vikur um summari og millum jól og nýggjár. Dagfestingin nær stongt  verður stendur á einum uppslagið í Virkisstovuni.

Kostnaður

Gjald er ásett fyri tilboðið og til ber at síggja gjøldini í Økistænastuni HER

Flutningur

Um tygum ikki kunnu vera klár kl. 9, er neyðugt sjálvi at finna flutning til Virkistovuna. Neyðugt er at avtala hetta við starvsfólk.