Nýggjur fysioterapeutur er settur í starv í Økistænastuni 1. mars og fer hann saman við leiðaranum av Økistænastuni at skipa venjingar tilboðini í hølini inni í Dal av nýggjum. Ætlanina er at vera klár við nýggjum tilboðum 21. mars 2022 og verður kunnað um venjingartilboðini og tilmelding á heimasíðuni hjá Økistænastuni www.ot.fo
Venjingarhølið verður stongt
Venjingarhølið inni í Dal verður stongt í viku 10, 11 og 12 vegna umvælingar í samband við brandtrygd, tí verða ongar venjingar í venjingarhølinum hetta tíðarskeiðið.
Fyribyrgjandi venjingar fyri 67+
Fyribyrgjandi venjingar 67 + byrja niðri í høllini 8. mars kl. 13.30 og vant verður framyvir niðri í høllini týsdag og hósdag kl. 13.30-14.30.