Upptøkunevnd

Í upptøkunevndini sita leiðarin av Økistænastuni, deildarleiðarin fyri Heimatænastuni, deildarleiðari fyri bústovnarnar og heimasjúkrarøktarfrøðingur.

Støði verður tikið í aktuella tørvinum hjá umsøkjarum. Tann við mest bráðfeingis tørvi á stutttíðarpláss ella búplássi fær hægstu raðfesting.

Upptøkunevndin viðgerð harumframt umsóknir um ansingarsamsýning.

Upptøkunevndin hevur fund síðsta hósdag í mánaðinum og viðgerð innkomnu umsóknir við tørvsmetan og tillutar pláss um pláss eru tøk.