UM OKKUM

Kommunurnar Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavík og Skúvoy skipaðu samstarv um heimatænastu og eldarrøkt v.m. tá øki við lóg var flutt til kommunurnar at umsita tann 1. Januar 2015. Økistæanastan í Sandoyar Sýslu umsitur økið í nevndu kommunum.

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. https://logir.fo/Logtingslog/19-fra-07-04-2014-um-heimataenastu-eldrarokt-vm

Endamálið við tænastuni er, at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.