Eftir at umsókn um umlætting er móttikin verður umsóknin viðgjørd á fyrsta upptøkufundi.
Avgerðin er fakliga grundað.
Umsøkjarin við størsta tørvi fær hægstu raðfesting.
Umsøkjarin, ið fær bjóðað umlætting fær skrivligt svar.
Gjaldið fyri umlætting er 134 kr. um samdøgrið.
Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.