TÆNASTUR

Tænastur hjá Økistænastuni eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her 

Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Tænastur í Økistænastan kann veita borgarum í Sandoyar sýslu er:

  • Heimatænsta
  • Heimasjúkrarøkt
  • Fyribyrgjandi heimavitjanir
  • Búpláss
  • Stutttíðapláss
  • Tilhaldið Hugnin
  • Ansingarsamsýning
  • Venjing

Avgerð um at veita eina tænastu er grunda í eini fakligari meting, har starvsfólk hjá Økistænastuni kemur á heimavitjan. Metingin tekur støði í førleika og tørvi borgarans og orkuni hjá privata netverkinum.

Gjaldið fyri hesar tænastur er ásett í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.(seinast broyt við kunngerð nr. 6/2023. Kunngerðin sæst her)

Gjaldið fyri tænastur hjá Økistænastuni sæst her