Tað eru komin 4 nýggj fólk í stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu í samband við, at 4 av 5 kommunum í sýsluni hava fingið nýggjan borgarstjóra í samband við kommunuvalið.
Sambært starvskipanini hjá Økistænastuni var tað eftirsitandi stýrislimurin, borgarstjórin fyri Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, ið skuldi taka stig til at kallað hinar borgarstjórarnar til fyrsta fund í stýrinum, ið var mánadagin 6. januar 2025
Stýrið var samt um, at formansskapurin í stýrinum skuldi fella til Skopunar – og Sands kommunu. Kristian Oskar Henriksen og Marjun S. Debes avgjørdu at deila formannspostin millum sín. Fyrstu 2 árini er Marjun S. Debes, forkvinna og Kristian Oskar Henriksen, næstformaður.
Mynd var tikin og sæst her