Kom til kunningarkvøld á Sands bókasavni hóskvøldið 23. mai kl. 19:30.
Tað gerast alsamt fleiri og fleiri sum fáa staðfest Alzheimer og aðrar demenssjúkur. Sjúkan rakar eisini avvarðandi, sum mangan kenna seg einsamallan og máttleysan
Hetta kvøldið verður høvið at hoyra, hvat Alzheimerfelagið ger fyri at varpa ljós á hesar álvarsligu heilasjúkur, og hvussu tey stuðla og hjálpa fólki við demenssjúku og avvarðandi teirra.
Kunnað verður eisini um demensráðgevingina hjá Økistænastuni og samstarvið við demensklinikkina