Kommunurnar í Føroyum vóru samdar um at dagføra gjøldini eins fyri bú- og stutttíðarpláss og heimahjálp, tá tær fingu heimild til sjálvar at áseta gjøldini 30. januar 2023.
Gjøldini eru mett at vera dagførd og stýrið í Økistænastuni í Sandoyar sýslu hevur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum samtykt fyri 2026 at javna gjøldini fyri tilboð og tænastur við sama javningarprosenti sum Almannaveitingar (ll. nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar).
Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” (seinast broytt við kunngerð nr. 6/2023, kunngerð sæst HER). Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (ll. nr. 19/2014 við seinni broytingum).
Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2026 og síggjast HER