Heilsuvenjingar vera nú 2 ferðir um vikuna í høllini inn í Dal

Vant verður týsdag kl. 14 og hósdag kl. 14.30.

Tilboðið er fyri fólkapensjónistar og endamálið er at betra javnvágina, vøddastyrkina og  kroppsliga treystið.

Venjing kann fyribyrgja falli og lívháttarsjúkum og kann virka til at geva tær vælveru og lívsgleði.

Havi vatnfløsku og krúss við.

Hvør venjing endar við einari hugnaløtu við kaffi, te, vatni og frukt.

3. september 2024 er fyrsti týsdagur at vant verður.

Posted on