Tilhaldið Hugnin er tilboð til borgara yvir 67ár. Tilhaldið heldur til í hølum hjá Sands Kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur. Astrid Danielsen er starvsfólk í tilhaldið Hugnin.
Tíðir:
-Mánadag kl: 13.00-17.00
-Mikudag kl: 13.00-17.00
Tilmelding er ikki neyðug, her er bara at møta upp. Um tú er áhuga/ur í at halda á, útflýggjar starvsfólkið, tær eitt skjal, har tú kann melda teg til. Kostnaður fyri at luttaka er 195 kr. um mánaðin.
Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.