Søkt veður eftir heilsuhjálpara til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Kundi tú hugsað tær at gjørt mun og mynda samskipaða heildartænastuna í minsta eldraøki í landinum, har smidleiki er grundarsteinurin í tænastunum til borgaran, búfólkini og í leiðsluni?

Kundi tú hugsa tær at fingið royndir innan eldaøkið í einum farloyvisstarvið fyri starvsfólk, ið er farið undir útbúgving til heilsuhjálpara.

Til røktarheimi Skerið verður søkt eftir:

  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 frá 1. oktobur 2026

Arbeiðstíðirnar  fyri størvini eru skiftandi 7-8 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Prógv sum heilsuhjálpari er ein fyrimunur

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu bæði í inni á stovni og heima hjá borgarunum
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 28. september 2026

Posted on