Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heimasjúkrarøkt og heimarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.
Søkt verður eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. september 2026 til røktarheimið Áargarð og heimatænastuna. Arbeiðstíð er blandaðar vaktir, tá mest dagvaktir og 2. hvørt vikuskifti.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta.
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
- Koyrikort
Vit bjóða:
- ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- góða innleiðslu bæði á Áargarði og í heimatænastuni.
- dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(ad)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot(ad)ot.fo. Umsóknarfreist er 20. juli 2026.
Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo