Røktarheimi Skerið søkir eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum heilsurøktara at traðka til í eitt barsilsfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 frá 1. juni 2026 til 31. august 2027.
Arbeiðstíðirnar fyri barsislfarloyvisstarvið er skiftandi 7-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.
Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum, harav 9 av plássunum eru á røktarheiminum Skerið. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.
Førleikar
- Prógv sum heilsurøktari.
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki.
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt.
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
Vit bjóða
- ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- góða innleiðslu
- dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika at skapa eitt lærandi arbeiðspláss
Setanarviðurskifti
Farloyvisstarvið verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðari, telefon 793602 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 30. apríl 2026 kl.12.