Avloysarar til Økistænasuna

Er tú í ferð við at útbúgva teg innan heilsuøkið? Ella hugsar tú um útbúgva teg innan heilsuøkið? Hugsar tú at arbeiða við menniskjum? Ella leitar tú einum arbeiði, har tú fart góðar og virðismiklar arbeiðsroyndir?  Okkum tørvar avloysarar fyri feriu og sjúku í skiftandi vaktum.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum  eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu, har dentur verður lagdur á at hava eitt viðurkennandi og samstarvssinað umhvørvi, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi kunnu trívast og mennast.


Sum avloysari kemur tú í samband í nógv ymisk menniskju í ymiskum lívsstøðum og royndir at arbeiða við menniskjum eru góðar at hava, uttan mun til hvørja yrkisleið tú velur.


Vit ynskja starvsfólk, sum hava:

  • áhuga at arbeiða við eldri borgarum
  • eru fyrikomandi, álítandi og tolin
  • megna at arbeiða sjálvstøðugt
  • ágrýtin eftir at læra og jaligan hugburð
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni
  • hava hug at vera við í arbeiðinum at skapa ein innihaldsríkan og tryggan dag fyri búfólkunum


Setanar- og lønarviðurskiftir

Tú verður tímalønt/-ur sambært einum av hesum sáttmálunum, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið / Fíggjarmálaráðið hava við: Felagið føroyskir sjúkrarøktafrøðingar fyri sjúkrarøktafrøðingar og sjúkrarøktafrøðilesandi, Heilsurøktarafelagið fyri heilsurøktarar og Heilsuhjálparfelag Føroya fyri heilsu- og heimahjálpir.

Umsóknirnar verður viðgjørdar leypandi.

Umsóknafreist 31. august 2026

Posted on