Sjúkrarøktarfrøðingur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum  eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. juni 2025 til røktarheimið Gerðisgarð. 

Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga at arbeiða við fólki við demensi bæði á stovni.
  • Áhuga at arbeiða í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • Góða innleiðslu bæði á Gerðisgarði og í heimatænastuni.
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni innan demensøkið

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Sólrun O.  Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot@ot.fo. Umsóknarfreist er 29. apríl 2025.

Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo

Posted on