Økistænastan víðkar um dagtilboð til eldri.

Økistænastan hevur hósdagar havt venjingardagtilboð í høllini inni í Dal til heimabúgvandi fólkapensjónistar, ið hava tørv á stuðul til ein virknan gerandisdag.  Økistænastan hevur fingið Læknahúsið á Sandi frá kommununum til at víðka um virksemi.

Venjingardagtilboðið  flutti inn í Læknahúsið á Sandi áðrenn jól og verður hetta tilboðið til eina virkisstovu, ið er ætlað fólkapensiónistum, ið búgva heima og hava tørv á ein virknan, innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag.

Virknisstovan er ein tilboð til aldrandi borgarar, ið ikki megnað ella hava trupult við at luttaka í teimum tilboðum, ið Økistænastan í Sandoyar sýsla bjóðar eldri borgarum t.d. Tilhaldið Hugnin og heilsuvenjingar fyri fólkapensiónistar.

Endamálið við Virknisstovuni í Læknahúsinum er:

At eggja aldrandi borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á rørslu, kost, heilsustimbran og fyribyrging í einum innihaldsríkum gerandisdagi, ið er merktur av trivnað og hugnaligari samveru.

Innihald

Áhugamálini hjá teimum í koma í virknisstovuna mynda dagskránna. Virksemi er fjølbroyt og fevnir m.a um gongutúrar í nærumhvørvinum, sang, borðspøl, stólafimleik, upplestur, handarbeiði og njóta samveruna við hinum í virknisstovuni.

Virknisstovan er eitt tørvsmett tilboð gerandisdagar frá kl. 9.30 til kl. 15 og tí er neyðugt at útfylla eitt umsóknarblað. Leinkja til umsóknarblað

Umsóknarbløð skulu sendast til ot@ot.fo

Kostnaður

Gjald er ásett fyri tilboðið og til ber at síggja gjøldini í Økistænastuni HER

Posted on