Ansingarsamsýning

Økistænastan hevur heimild at veita samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru. 

Avgerðin um at veita ansingarsamsýning verður tikin í upptøkunevndini.

Støði verður tikið í niðanfyri nevndu kunngerð umframt einari fakligari meting.

Um tú hevur spurningar, hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Økistænastuna á tlf. 793600 yrkadagar millum kl: 9.00-15.00.