Ynskir tú at arbeiða í vikuskiftum, nakrar vaktir um mánaðin ella sum feriuavloysari

Økistænastan í Sandoyar sýslu søkir eftir røktarstarvsfólkum at arbeiða 2., 3. ella 4. hvørt vikuskifti á einum av teimum trimum røktarheimunum ella í útiøkinum. Somuleiðis verður søkt eftir starvsfólki, ið kann avloysa við feriu ella sjúku.

Í Økistænastuni starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktara, heilsuhjálpar og hjálparfólk. Arbeitt verður miðvíst við saman at skapa ein góðan og stimbrandi gerandisdag har búfólk, heimabúgvandi, starvsfólk og avvarðandi hava tað gott.

Førleikakrøv

  • Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt á stovni og heima
  • Jaligan hugburð
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða upplæring
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Send eina umsókn til t-post ot@ot.fo ella set teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793600

Setanarviðurskifti
Tú verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.  Er tú útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari verður tú sett sambært avvarðandi fakfelag og KAF/FMR.

Posted on