Søkt verður eftir heilsurøktara til at arbeiða í skiftandi vaktum til Økistænastuni í Sandoyar sýslu.
Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, afturat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stuttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøk 0,8 frá 1. september 2024 ella skjótast gjørligt til røktarheimið Áargarð
Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 7-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Vit bjóða
- Ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- Góða innleiðslu
- Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- Møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
Setanarviðurskifti
Starvi verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya um annar fakbólkur verður settur.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðara, telefon 793679 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 25. juli 2024