Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í Økistænastuni

Stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. apríl 2023 og kunnu síggjast á talvu niðanfyri.

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimastænastu, eldrarøkt o.a (seinast broyt við kunngerð nr. 6/2023, kunngerðin sæst her). Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (ll. Nr.19/2014 við seinni broytingum).

Búfólk á heimum hjá Økistænastuni og borgarar, ið gjalda fyri heimatænastu fáa skriv við kunningini.

Posted on